Blues konsert

 
     
 

Spennandi Blues Kvøld í Havnar Klubba við Big Creek Slim og Una Debess


Fríggjakvøldið 3. juni kl. 22.00 fara kendi danski blues tónleikarin Big Creek Slim
og Uni Debess at hava eina blues framførslu í Havnar Klubba.

 
Big Creek Slim varð kosin besta blues navn í Danmark 2015 og vann í 2013 Danish Blues Challenge. Við gittaranum á bakinum hevur hann ferðast víða um. Hann hevur til dømis búð og ferðast runt í Louisiana, Mississippi, Arkansas, Alabama og Tennessee og er nú búsitandi í Brasilien, har hann livir aat spæla blues.
 
Big Creek Slim ger blues søguna livandi. Hann hevur eina rødd og spælistíl, sum er inspirerað av millum aðrar Muddy Waters, Howling Wolf og John Lee Hooker.
Tú gerst ovfarin, tá Big Creek S
lim byrjar at syngja, tí hann rakar ein beint í hjartað við sínum trøllabindandi ráleika og nærveru.
 
Uni Debess eisini kallaður Mr. Blues er kendur fyri at spæla sín væl svingandi blues tónleik og hevur lagt eftir sær 10 fløgu útgávur.
Síðani 2003 hevur Uni spælt í nógvum kendum bólkum so sum GoGo Blues, Crawling Blue, Debess Blues Station, og nú spælur hann sum Uni Debess, ið er hansara kunstnaranavn.
Í 2005 vann Uni saman við GoGo Blues Prix Føroyar og sama ár varð GoGo Blues tilnevndur ársins bólkur.
Stílurin, sum eyðkennir Una Debess er rock/blues, og tað eru nøvn sum Jimi Hendrix, B.B King, Eric Clapton og Buddy Guy, sum geva honum íblástur.
Í løtuni er Uni fløguaktuellur við fløguni GREEN. Á fløguni er millum annað spildurnýggju hittini Sugar Mama og Your Man. 
 
 
Konsertin fríggjakvøldið 3. juni byrjar kl. 22.00 í Havnar Klubba og kostnaður er 100 krónur.

 

 
     
Seinast dagførd t. 05/23/2016, 9:19:05.